VIDEO: Týskland knústi dreymin hjá Íslandi (EM)

(Video) Her er samandrátturin hjá Eurohandball frá dystinum Ísland-Týskland 19-30 (10-14)

Dreymurin hjá íslendsku hondbóltskvinnunum at fylgja Niðurlondum til EM-millumumfarið brast í Innsbrück í Eysturríki í kvøld.

 

Ísland tapti greitt í finaluni um annað plássið í bólki F. Týskland vann stórsigur 30-19 á Íslandi. Í steðginum vóru tær týsku á odda 14-10.

 

Perla Ruth Albertsdóttir var toppskjútti hjá Íslandi við seks málum. Nina Engel var toppskjútti hjá Týsklandi við sjey málum. Andrea Jacobsen, ið er av føroyskari ætt skoraði eitt mál fyri Ísland.

 

Niðurlond vinna bólkin við seks stigum, og taka tvey stig við sær í millumumfarið. Týskland er nummar tvey við fýra stigum, Ísland er nummar trý við tveimum stigum, og aftast er Ukraina við ongum stigi.

 

Tær íslendsku kunnu tó lyfta høvdið høgt. Fyri fyrstu ferð nakrantíð vunnu tær ein dyst í einum EM-endaspæli, tá tær vunnu 27-24 (16-9) á Ukraina.

 

HER er samandrátturin hjá Eurohandball frá dystinum Ísland-Týskland 19-30 (10-14):

 

##med2##