EM 24 VIDEO: Harry Kane: Hetta fer at pína okkum í langa tíð

(Video) Hoyr Harry Kane seta orð á taptu EM-finaluna

Mynd: Scanpix

Tað vil bara ikki rigga hjá Harry Kane at vinna eitt heitið.

 

Aftaná tvey onnur pláss og eina tapta Champions League finalu við Tottenham fór hann í fjør til München fyri at vinna heiti við Bayern München, men enn er tað fyrsta ikki komið í hús.

 

Við Onglandi hevur Harry Kane nú vunnið EM-silvur á tveimum sinnum, og Nations League bronsu á einum sinni. Gullið bíðar framvegis. 

 

Sum einstaklingur hevur Harry Kane vunnið tó nógvar heiðrar, og hann var eisini valdur á ársins lið í týsku bundesliguni.

 

- Hetta er ein spiltur møguleiki. Hesar finalurnar eru ikki lættar at røkka. Hatta er ógvuliga pínufilt. Hetta fer at pína okkum í langa tíð. Segði Harry Kane aftaná taptu EM-finaluna í Berlin.

 

HER ber til frá Optus Sport at hoyra og síggja tað sum Harry Kane segði aftaná EM-finaluna:

 

##med2##

 

 

 

 

 

Mynd: Scanpix