EM24: Gríman órógvar Kylian Mbappé

Klokkan 17 spæla Frakland og Belgia EM-áttandaspartsfinalu

Mynd: Scanpix

Seinnapartin klokkan 17 spæla Frakland og Belgia EM-áttandapartsfinalu á Merkur Spiel Arena í Düsseldorf.

 

Frakland er favorittur at vinna seg víðari, men talan er um eina harða grannauppgerð.

 

Franski stórleikarin og áleyparin, komandi Real Madrid leikarin, Kylian Mbappé fer væntandi at vera á franska liðnum, men gríman hann hevur fingið í samband við næsabrot órógvar franska áleyparan: - Eg hevði ikki ímyndað mær, at tað fór at vera soleiðis, men tað er ræðuligt at spæla við einari grímu. Tað er veruliga irreterandi. Gríman avmarkar sjónina hjá tær, og sveittin verður hangandi á grímuni. Tí eri eg noyddur at taka grímuna av fyri at reinsa hana. So skjótt eg fái møguleikan taki eg grímuna av, men eg havi einki annað val enn at brúka hana undir dysti. Sigur Kylian Mbappé, sambært niðurlendska miðlinum, Voetbal International. 

 

 

 

Mynd: Scanpix