Erdogan á odda í uppteljing í Turkalandi

Nú ein fjórðingur av atkvøðunum eru taldar í Turklandi hevur Erdogan fingið 54,27 prosent, vísir uppteljing.

 

Andstøðuleiðarin, tann 74 ára gamli Kemal Kilicdaroglu, sæst her, tá hann fyrr í dag atkøvddi í Ankara. - Foto: Adem Altan/Ritzau Scanpix

Recep Tayyip Erdogan, forseti, hevur, nú ein fjórðingur av atkvøðunum eru taldar, fingið  54,27 prosent av atkvøðunum.

Tað skrivar tíðindastovan Anadolu.

Men roknað verður við, at leiðsla hansara fer at tódna, so hvørt sum talt verður upp í stórum býum.

Valstøðini lótu aftur klokkan 15 okkara tíð, og roknað verður við einum endaligum úrslitið í kvøld.

Valevnið hjá andstøðuni, Kemal Kilicdaroglu, hevur fyribils tryggjað sær 39,75 prosent sambært Anadolu.

Valserfrøðingar vænta sambært tíðindastovuni Reuters, at munurin millum tey bæði valevnini verður minni, so hvørt atkvøðurnar verða taldar.

Veljarakanningar undan valinum siga, at Kilicdaroglu fer at vera framman fyri Erdogan.

Um hvørgin teirra fær minst 50 prosent av atkvøðunum, so verður eitt seinna valumfar tann 28. mai.

/ritzau/

 

Andstøðuleiðarin, tann 74 ára gamli Kemal Kilicdaroglu, sæst her, tá hann fyrr í dag atkøvddi í Ankara. - Foto: Adem Altan/Ritzau Scanpix