Sandnes vann seg í fjórðingsfinalurnar í norsku steypakappingini

Gullbrandur Øregaard og liðfelagarnir í Sandnes ULF vunnu á Eidsvold í málríkum dysti í áttandapartsfinaluni

Tað vera tvey føroyingalið at finna millum tey átta liðini, ið skulu spæla fjórðingsfinalur í norsku steypakappingini.

 

HER  ber til at síggja hvussu Brandur Hendriksson gekk á odda, tá Fredrikstad vann 3-2 (2-2) á Raufoss á útivølli.

 

U21-landsliðsleikarin, Gullbrandur í Horni Øregaard var við frá dystarbyrjan tá hann og liðfelagarnir í Sandnes ULF vunnu seg víðari til fjórðingsfinalurnar.

 

Í málríkum dysti vann Sandnes á útivølli 5-3 á Eidsvold úr triðbestu deildini. 

 

Sandnes var á odda 2-0 í steðginum, og teir vóru á odda 4-0 tá 56 minuttir vóru leiktir. Sandnes ULF var eisini á odda 5-1 tá 62 minuttir vóru leiktir. Seinastu løtuna slapp Eidsvold at pynta um úrslitið við tveimum málum. 

 

Bryne sum ikki hevði Noah Mneney við í hópinum tapti stórt 1-5 (0-1) fyri Stabæk.

 

Fjórðingsfinalurnar vera ikki spældar fyrrenn 6. oktober. Hálvfinalurnar vera spældar 30. oktober, og finalan verður spæld á Ullevaal leikvøllinum í Oslo 7. desember.