Hetta var strika í rokningini hjá Víkingi

Tað var neyðugt við longdari leiktíð, áðrenn Víkingur í steypakappingini fekk bilbukt við AB

Innskifti Rani Hansen var tvífaldur málskjútti, tá ið Víkingur eftir longda leiktíð vann fjórðingsfinalu í kappingini um løgmanssteypið 3-0 ímóti AB. Hetta var fyrsta ferðin, at Rani Hansen var málskjútti á besta liðnum hjá Víkingi. Mynd: Víkingur/Egin T. Kass/eyp.fo

Støðutalvan í landskappingini kundi bent á, at hetta fór at verða avgreiðsluspurningur hjá Víkingi, sum í steypakappingini í kvøld hevði vitjan av AB í 1. Deild. Men soleiðis varð tað ikki. Víkingur vann seg í hálvfinaluna við 3-0 sigri, men tað var neyðugt við longdari leiktíð, áðrenn tað var greitt, at favorittarnir fara at halda fram í steypakappingini, og at leikluturin hjá AB er liðugur í steypakappingini á hesum sinni.

 

Víkingur eigur sunnudagin landskappingardyst í Klaksvík. KÍ er longu varpað úr steypakappingini og hevur bara fokus á landskappingini.

 

Hjá Víkingi eru fleiri spælarar hálvskaddir. Tí vórðu teir ikki á listanum í kvøld: Finnur Justinussen, Sølva Vatnhamar og Jákup Johansen vóru als ikki við, og tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at Géza Dávid Turi, Arnbjørn Svensson og Bergur Gregersen vórðu skiftir inn.

 

At tað var neyðugt við 30 minuttir av eykatíð, áðrenn tað var greitt, at Víkingur fer at halda fram í kappingini, og at tað var neyðugt at seta stuðulsspælararnar inn, sum sótu á beinkinum, var ikki heilt eftir ætlan hjá Víkingi, men tað endaði væl, og tað man vera ivasamt, um hálvi tímin eyka verður nakar bági sunnudagin í Klaksvík.

 

Hóast Víkingur alla tíðina hevði stóra leikliga yvirvág, so hildu Rói Zachariassen í AB málinum og liðfelagar hansara tørn um málleysan javnleik, og so var neyðugt við longdari leiktíð. Tá eydnaðist tað loksins Víkingi at fáa hol á, og so skrædnaði tað.

 

Víkingur vann 3-0. Fyrsta málið skoraði innskifti Arnbjørn Svensson, tá ið 100 minuttir vóru farnir, og tvey tey næstu skoraði innskifti álopsspælarin Rani Hansen í 108. og 114. minutti.

 

Rani Hansen var í fjør í EB/Streymi, har hann var við í 19 dystum og skoraði tvey mál. Nú er hann aftur í Sarpugerði, og higartil í ár hevur hann skorað sjey mál – fimm í 1. deild og í kvøld tvey í kappingini um løgmanssteypið.

 

Tey bæði málini, sum Rani Hansen skoraði í kvøld, vóru tey fyrstu hjá honum á besta liðnum hjá Víkingi yvirhøvur.

 

Innskifti Rani Hansen var tvífaldur málskjútti, tá ið Víkingur eftir longda leiktíð vann fjórðingsfinalu í kappingini um løgmanssteypið 3-0 ímóti AB. Hetta var fyrsta ferðin, at Rani Hansen var málskjútti á besta liðnum hjá Víkingi. Mynd: Víkingur/Egin T. Kass/eyp.fo