Pernille vann á Janu í seinasta dystinum hetta kappingarárið

Keypmannahavn vann stórsigur á Viborg

Í kvøld spældu landsliðsleikararnir, Pernille Brandenborg og Jana Mittún seinastu dystirnar við liðum sínum hetta kappingarárið.

 

Í bólki 2 í endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini vunnu Pernille og liðfelagarnir í Keypmannahavn á heimavølli stórsigur 43-32 á Janu Mittún og hennara liðfeløgum í Viborg. Í steðginum var Keypmannahavn á odda 22-15.

 

Pernille skoraði fimm mál upp á fimm málroyndir og vann liðnum eitt brotskast. Jana legði upp til trý mál hjá sínum liðfeløgum.

 

Keypmannahavn endaði á einum triðja plássi í bólki 2 við seks stigum. Viborg endaði aftast í bólki 2 við ongum stigi.