ES-londini nærkast avtalu um nýggj revsitiltøk móti Russlandi. Hesaferð sum svar upp á hybridálopið hjá Russlandi í ES.
Tað siga uttanríkisráðharrarnir í fleiri londum á veg á ráðharrafund í Brússel mánadagin.
- Vit hava arbeitt við revsitiltøkum fyri hybridvirksemið hjá Russlandi. Vit vóna, at tað verður staðfest í dag, sigur uttanríkisráðharrin í Lettlandi, Baiba Braže.
Hon vil tó ikki fara í smálutir um, hvat revsitiltøkini innihalda, áðrenn avgerð er tikin.
Í langa tíð hevur illgruni verið um, at Russland stendur aftan fyri fleiri sabotasjugerðir í Evropa.
Aðalskrivarin í NATO, Jens Stoltenberg, hevur beinleiðis upplýst, at Russland hevur framt eina røð av hybridálopum á NATO-øki.
Sambært Nato-leiðaranum er hetta hent sum sabotasja, eldsbrunaálopum, harðskapur, telduálop og misinformatión.
Í Týsklandi varð eisini sagt, at russiska stjórnin hevði ætlanir um at myrða toppstjóran í Rheinmetall í Týsklandi. Tað er ein av størstu vápnaverksmiðjunum í Evropa, sum veitir Ukraina vápn.
- Tað er ikki rætt at tosa um innihaldið í revsitiltøkunum, áðrenn tað er avtalað. Men talan verður um verulig tiltøk, sigur Baiba Braže.
Uttanríkisráðharrin í Rumenia, Luminița-Teodora Odobescu, váttar eisini, at londini í ES arbeiða við revsitiltøkum fyri hybridálopið hjá Russlandi.
Ukraina og støðan í Miðeystri eru tey bæði miðdepilin á fundinum í dag.
Í mun til Ukraina arbeiðir uttanríkisleiðarin í ES, Josep Borrell, við at fáa semju um at útgjalda pening úr evropeiska friðarskipanini.
Tað er hiðani, at ES-londini kunnu fáa endurgoldið fyri hernaðarliga útgerð, sum er send til Ukraina.
Harumframt hevur Ukraina sambært Borrell tveir átrokandi tørvir, sum verða umrøddir á fundinum:
- Russland leypur á el-skipanina í Ukraina. Tí er neyðugt við meira stuðli til at seta elframleiðsluna uppaftur.
- Ukraina hevur eisini brúk fyri meira loftverju. Hetta eru limalondini biðin til at stuðla, sigur Borrell.
/ritzau/