European Cup: Valur vann seg í fjórðingsfinalurnar

Liðið hjá Silju A. Müller framdi eitt bragd í kvøld

Liðið hjá føroyska málverjanum, Silju A. Müller, Valur spældi seint seinnapartin seinnu áttandapartsfinaluna í European Cup móti spanska liðnum, Malaga.

 

Á heimavølli í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík eydnaðist tað Vali at vinna dystin 31-26. Í steðginum vóru valskvinnur frammanfyri 13-10.

 

Fyrri dysturin í Malaga endaði við javnleiki 25-25. Sostatt vann Valur ein samlaðan 56-51 sigur, og tær sleppa nú at royna seg í fjórðingsfinalunum.

 

Hafdís Renötudóttir stórspældi í málinum hjá Vali við 17 bjargingum, og tí var ikki nakar nevniverdur leiklutur til Silju í dag. Men hon hevur kortini fingið eina stóra uppliving í dag við evropeiska bragdinum hjá Vali.