Tað var bara spennandi teir fyrstu minuttirnar. Eftir tað var klassamunur tá Danmark í bólkafinaluni í innleiðandi bólki B í HM-endaspælinum í manshondbólti vann ein knúsandi 39-20 sigur á Italia. Í steðginum var Danmark á odda 18-8.
Liðini fylgdust til støðuna 4-4, men so koyrdi Danmark spitarin í botn, og Emil Nielsen hevði hópin av bjargingum, og so var løst og liðugt.
Jóhan á Plógv Hansen skoraði eitt mál, men talan var um eitt framúr gott mál har hann fintaði málverjan hjá Italia.
Danmark vann bólkin við seks stigum, Italia hevur fýra stig, Tunesia hevur tvey stig, og Algeria endaði aftast við ongum stigi.
Danmark tekur fýra stig, og Italia tekur tvey stig við sær til millumumfarið.
Her ber til frá týsku rásini ZDF at síggja ein samandrátt frá dystinum. Vakra málið hjá Jóhan á Plógv Hansen sæst í samandráttinum:
##med2##