Ísraelski ráðharrin fyri trygd, Ben-Gvir, tekur seg nú úr stjórnini hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu.
Tað veit ísraelski miðilin, Haaretz, at siga í kvøld, og orsøkin er vápnahvíldaravtalan millum Ísrael og Hamas, sum ætlandi kemur í gildi tíðliga í morgin.
Ben-Gvir hoyrir til ísraelska høgra-flokkin, Otzma Yehudit, ið sum skilst liggur heilt úti á høgraveinginum í politikki.
Sambært Haaretz fer flokkurin eisini at gera álvara av hóttanum, sum flokkurin kom við hósdagin um at taka seg úr stjórnini og soleiðis taka stuðulin til Netanyahu aftur.
Ben-Gvir hevur tó sagt, at hann fer at umhugsa, um hann møguliga fer at stuðla stjórnini aftur, um stríðið móti Hamas verður tikið uppaftur eftir fyrsta stig í vápnahvildaravtaluni.
Fíggjarmálaráðharrin í Ísrael, Bezalel Smotrich, hevur eisini hótt við at taka stuðulin til stjórnina aftur, um vápnahvíldaravtalan verður samtykt, sum hon nú er.
Fyribils hevur fíggjarmálaráðharrin sagt seg vera sitandi í stjórnini, tí hann skal hava fingið lyfti frá Netanyahu um, at Ísrael kortini stigvíst fer at taka eftiritið við øllum Gazageiranum.