Eygleiðari: Stjórnarherdeildir eru farnar úr stórbýi í Sýria

Sambært eygleiðarum hevur stjórnarherurin í Sýria tikið seg úr Homs. Verjumálaráð noktar.

Abaca/Ritzau Scanpix

Sýriskar stjórnarherdeildir hava í dag tikið seg aftur úr stórbýnum Homs í miðskeiðis í Sýria eftir álop frá uppreistrarherdeildum.

Tað upplýsir sýriska eygleiðarastovan fyri mannarættindi, Sohr, sum fylgir við støðuni í Sýria úr Bretlandi. Hetta skrivar tíðindastovan AFP.

Sambært AFP avsannar sýriska verjumálaráðið, at tað hevur tikið seg úr Homs.

Seinastu tvær vikurnar er ósemjan økt millum sýrisku stjórnina og uppreistrarherdeildirnar í landinum.

 

/Ritzau/

 

 

Abaca/Ritzau Scanpix