Eysturríki spælir ikki sum hini

EM24: Eysturríki er seinasta vónin fyri undirhaldi í summar

Í dag verða tvær tær seinastu 1/8 finalurnar í EM-endaspælinum í Týsklandi. Rumenia tekur móti Hollandi og Eysturríki tekur móti Turkalandi. Her er upptaktin til dystin millum Eysturríki og Turkaland.

 

Eysturríki – Turkaland (20.00)

 

Leikbann: Red Bull Arena, Leipzig

 

Dómari: Artur Dias (Portugal)

 

Sjónvarp: TV2

 

EM 2024 hevur ikki verið nakað fótbóltsupplivisli. Flestu av dystunum hava verið lítið áhugaverdir og tað tykist sum, at óttin at tapa er væl størri enn viljin at vinna. Eitt land hevur tó bergtikið til EM-endaspælið. Tað er Eysturríki, sum undir leiðslu av Ralf Rangnick hevur spælt við fullari ferð.

 

Nú er spurningurin, um tað heldur fram í alt ella einki dystunum. Eysturríki spælir í kvøld móti Turkalandi. Í mars mánaði møttust hesi bæði í venjingardysti og tá vann Eysturríki heili 6-1. Slík úrslit eru ósannlík í kvøld, men kanska Eysturríki kann undirhalda, tá hini ikki klára tað.

 

Turkaland er, fyri fyrstu ferð síðani hálvfinaluna í 2008, komið víðari úr bólkaspælinum. Bæði venjari og spælarar nevna 6-1 ósigurin í mars, men málið er nú at venda tí úrslitinum. Ein meinbogi er at spælskiparin, Hakan Çalhanoğlu, situr uttanfyri við leikbanni.

 

Hetta er ein dystur millum tvey lond, sum tað ikki bleiv væntað so nógv av, men hava avrikað væl. Við 6-1 sigrinum í mars mánaði í huga, so hevur Eysturríki munin í kvøld.

 

Væntaðar uppstillingar:

 

Eysturríki: Pentz; Posch, Danso, Lienhart, Mwene; Seiwald, Grillitsch; Laimer, Baumgartner, Sabitzer; Gregoritsch

 

Leikbann: Wimmer

 

Eitt gult kort frá leikbanni: Arnautović, Baumgartner, Danso, Laimer, Mwene, Posch, Querfeld, Wöber

 

Turkaland: Mert Günok; Mert Müldür, Merih Demiral, Abdülkerim Bardakcı, Ferdi Kadıoğlu; İsmail Yüksek, Kaan Ayhan; Kenan Yıldız, Arda Güler, Barış Alper Yılmaz; Cenk Tosun

 

Leikbann: Hakan Çalhanoğlu, Samet Akaydin

 

Eitt gult kort frá leikbanni: Kaan Ayhan, Uğurcan Çakır, Zeki Çeli, Arda Güler, Mert Günok, Orkun Kökçü, Mert Müldür, Salih Özcan, Kenan Yıldız, İsmail Yüksek