Tað er økið eystan fyri Dalin langa, sum í kommunuætlanini frá 2014 hevur fingið navnið Heyggurin, ið skal útstykkjast, og nýggi býlingurin hevur fingið navnið Stórabrekka.
Samlaða útstykkingarøkið er 55.000m2 og eftir ætlan verður talan um eini 100 bústaðir, ið skulu vera ein blanding av raðhúsum og íbúðum.
Upprunaliga varð ætlað, at talan skuldi vera um millum 120 og 130 bústaðir, so er tað talið lækkað niður í 100 í nýggjasta tíðindunum frá kommununi, men Marin Katrina Frýdal væntar, at endaliga talið fer at liggja onkrastaðni millum báðar metingarnar.
Raðhús eins og í Berjabrekku
Í høvuðsheitum skal býlingurin skipast sum raðhús, har grund og brandmúrar fyrst verða gjørdir, og síðani kunnu einstøku keypararnir seta dám á einstøku bústaðirnar, eins og vit kenna frá Berjabrekku og Inni á Gøtu.
– Tað er eitt stórt øki, og vit hava so valt at fara undir at útstykkja tað. Ætlanirnar eru at gera tað tættbygt sum í Berjabrekku ella Tórsbyrgi, sum vit ofta brúka sum fyrimynd fyri einum væleydnaðum býlingi.
Sambært kommununi skal hetta geva eina fína javnvág millum fría valið hjá hvørjum einstøkum eigara av innrætting, tilfari og litum og so felags heildina, sum støddir, tekjur og samanbyggingar hava við sær.
Kommunan hevur eisini gjørt greitt, at hóast talan verður um bæði raðhús og íbúðir, so skulu sethúsini vera ráðandi.
Kortini er einki greitt ynskiligt býti millum raðhús og íbúðir stungið út í kortið enn, sigur Marin Katrina Frýdal, men væntar, at meira verður at frætta um tað, tá málið hevur verið fyri í byggi- og býarskipanarnevndini aftur.
– Vit gjørdu ein bústaðarpolitikk, og í tí sambandi gjørdu vit eisini eina kanning. Og tað kom klárt fram í kanningini, at tørvurin á íbúðum er sera stórur, og fjórði hvør spurdi ynskti eina íbúð. Ein stórur partur av hesum verður tí eisini íbúðir. Júst hvat býtið verður, tað fara vit at síggja, tá hetta kemur fyri í nevndini.
Úr gerðabókini hjá Tórshavnar býráð á býráðsfundi 23. mei í fjør er greitt, at ynskiligt er, at í fyrstu klingru, sum eisini er at rokna sum fyrsta byggistig, rúmast 19 bústaðir í raðhúsum, 18 íbúðir í punkthúsum og 28 íbúðir í raðhúsum. Umframt hetta ynskist eisini felagsrúm og dagstovnur.
Klingrubygging í fríttliggjandi eindum
Selmar Nielsen Arkitektur, SNA arkitektur, átti skipanaruppskotið til býlingin frá 2018, har býlingurin er skipaður í tríggjar eindir.
Kommunan kallar hetta "klingrubygging í trimum fríttliggjandi eindum", ið síðani verða bundar saman við innari vegaskipan við parkering. Í miðjuni á hvørjum klingruskapi eru hægri punkthús við íbúðum, har endamálið er, at mestsum øll síggja upp um raðhúsini.
Í mars mánaði í ár bjóðaði Tórshavnar kommuna fýra arkitektvirkjum at projektera, útbjóða og projektuppfylgja í nýggju útstykkingini, og freistin at lata inn tilboð var fríggjadagin 17. apríl.
Øll fýra arkitektavirkini, Arkitektar 99, Kontrast, SNA Arkitektur og BRIM arktitektar, hava øll latið tilboð inn, og í løtuni liggja tilboðini hjá umsitingini í Tórshavnar kommunu.
– Umsitingin situr og arbeiðir við tilboðunum nú, og væntandi verða tey løgd fyri byggi- og býarskipanarnevndini í næstu viku. Í løtuni verða tilboðini útgreinað, síðani skal ein døming gerast, áðrenn umsitingin letur eina instilling til nevndina, sigur Marin Katrina Frýdal.
Eftir ætlan skal forprojektið verið liðugt 1. oktober í ár, og útboð skal vera avgreitt í januar 2021, soleiðis at farast kann undir arbeiðið í februar sama ár.
Eingin trupulleiki við vinnuøki við síðuna av
Økið, ið skal útstykkjast, liggur so at siga beint upp at vinnuøkinum á Vegnum langa. Balslev, Reyni Service, Bilasølan og MBM hava øll sítt virksemi beint eystanfyri, har Stórabrekka skal vera.
Marin Katrina Frýdal metir ikki, at talan í hesum førinum fer at vera um ein trupulleika at leggja ein nýggjan býling so tætt upp at einum vinnuøki, tí at talan er ikki um larmandi vinnu.
– Vit hava havt vinnuna uppií, tá vit hava arbeitt við hesum. Men hetta er ikki larmandi vinna. Har er handilsvirksemi - Mjólkavirkið, bilasølur og Balslev. Tað er ikki ein stórur trupulleiki, og ætlanin er eisini at fara eitt sindur niðan frá, har virksemið er.
Dalurin langi skal vera fríøki
Nýggi býlingurin er staðsettur á heygginum oman fyri Dalin langa, og Dalurin langi kemur sostatt at liggja millum nýggja býlingin í Stórubrekku, og býlingin, ið er Karlamagnusarbreyt og allar tilhoyrandi gøtur.
Hóast tað varð stungið út í kortið í kommunuætlanini í 2014, at dalurin var vælegnaður sum fríøki, so var tað ikki fyrr enn í fjør, at byggisamtyktin varð broytt, soleiðis at Dalurin langi ikki longur var byggiøki.
– Dalurin langi lá faktiskt sum eitt byggiøki. Í grundini kundi mann gott bygt í Dalinum langa, men í fjør tóku vit avgerð um at gera dalin til eitt sokallað D1 øki í byggisamtyktini, sum er fríøki, har tað er ikki loyvt at byggja. Fríøkið kemur so at liggja millum eystara- og vestara býling.
Undir viðgerðini av broytingini av byggisamtyktini gjørdist greitt, at grannarnir mettu, at ætlaða fríøkið var ov lítið, og at útstykkingin til Stórubrekka var so mikið stór, at hetta fór at oyðileggja trø, ið fyri stuttum vóru sett niður.
Mælt varð tí til, at økjast skuldi um fríøkið, sum eisini varð samtykt.
Karlamagnusarbreyt spøkir ikki
Vestan fyri komandi Stórubrekku og Dalin langa er Karlamagnusarbreyt, sum gongur heilt frá Hoyvíkar kirkju og niðan til skúlan við Løgmannabreyt. Upprunaliga varð ætlað, at Karlamagnusarbreyt skuldi vera stásilig handilsgøta, har bygt varð út til vegin, og har bústaðir vóru í hæddunum í erva, meðan veghæddin skuldi nýtast til útatvent virksemi, so sum handilsvirksemi.
Gongur tú ein túr eftir Karlamagnusarbreyt í dag, sæst ikki nógv til glæsiligu ætlanirnar. Tey flestu munnu vera á einum máli um, at Karlamagnusarbreyt í heila tikið er ein mislukkað verkætlan.
Talan er kortini ikki um eina roynd at bjarga økinum kring Karlamagnusarbreyt, sigur Marin Katrina Frýdal, og ger greitt, at hetta er einfalt ein verkætlan, ið hevur til endamáls at minka um ovurstóra bústaðartrotið í høvuðsstaðnum.
– Nú er hetta lagt út sum byggiøki, og tørvurin á at fáa okkurt at búgva í er ovurhonds stórur. Har eru fleiri hundrað borgarar, ið ynskja sær okkurt at búgva í, so hetta er til at útvega fleiri bústaðir.
– Karlamagnusarbreyt er ein søga fyri seg, sum hevur drúgva søgu langt aftur í tíðina. Eg haldi ikki, at hesi tingini skulu blandast saman. Har er øgilig bygging á Karlamagnusarbreyt í løtuni, og arbeitt verður eisini við at skipa økið betri.
– Vit royna alla somlu tíðina at útvega fleiri bústaðir, tí tað er so øgiliga stórur tørvur - serliga á íbúðum, sigur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini.