Útbúgvingin til námsfrøðing, sjúkrarøktarfrøðing og verkfrøðing er aftur í topp, tá hugt verður eftir, hvussu nógv eru sloppin inn á hægri útbúgvingar.
Tilsamans fáa 61.351 umsøkjarar til hægri útbúgvingar í Danmark frá fríggjadegnum at vita, at tey hava fingið pláss.
Tað vísa tøl frá Undirvísingar- og granskingarmálaráðnum, sum vórðu almannakunngjørd í dag.
Sí her, hvørjar 15 útbúgvingar hava tikið flest inn:
(Tølini í klombrum vísa, hvussu nógv fleiri ella færri verða tikin inn í ár til tær einstøku útbúgvingarnar í mun til 2023).
* Pædagog: 3645 (-323).
* Sygeplejerske: 3368 (17).
* Civilingeniør: 3295 (-2).
* Diplomingeniør: 3052 (124).
* Erhvervsøkonomi: 2602 (102).
* Folkeskolelærer: 2109 (-144).
* Socialrådgiver: 2103 (28).
* Finansøkonom: 1989 (68).
* Medicin: 1811 (27).
* Jura: 1749 (24).
* Markedsføringsøkonom: 1658 (-143).
* Bygningskonstruktør: 1173 (-31).
* Fysioterapeut: 1123 (24).
* Professionsbachelor i finans: 1101 (115).
* Datamatiker: 1032 (-12).
Kelda: Menta- og granskingarmálaráðið.
/ritzau/