Fari at umhugsa at keypa el-bil

- Nú eri eg ofta í Noregi í ferium, og sum er kann ein ikki fara umborð í norskar ferjur, har eg ferðist, við el-bili, sigur Ása Holm

 

Hvat bilmerki koyrir tú?   

- Honda.

Kvinnan, sum koyrir Honda-bil, er borgarstjórin í Porkeris kommunu, Ása Holm.

Koyrir tú diesel-, bensin-ella el-bil?   

- Hybrid.

Kann tað hugsast, at tín næsti bilur verður ein el-bilur?   

- Tað havi eg ikki gjørt mær nakrar tankar um enn. Bilurin, sum eg havi nú, er bara tvey ár.

Hvørjar tankar hevur tú um el-bilar?   

- Nú eri eg ofta í Noregi í ferium, og sum er kann ein ikki fara umborð í norskar ferjur við el-bili, har eg skal ferðast.

Ása Holm sigur, at tá tað verður loyvt at fara umborð í ferjurnar við el-bili, har hon ferðast í Noregi, fer hon ivaleyst at umhugsa, um næsti bilur verður ein el-bilur.  

 

Í VikuskiftisSosialinum seinast var serblað um bilar, og her settu vit borgarstjórum nakrar spurningar um bilar.