Felags visitatión innan ortopedi

Eitt av strategimálum Sjúkrahúsverksins hevur verið at fáa eina felags visitatión fyri Sjúkrahúsverkið

Sjúkrahúsverkið skrivar, at ein felags visitatión er fortreyt fyri, at virksemið og tilfeingið í Sjúkrahúsverkinum kann gagnnýtast til fulnar og tí gleðast vit um, at gleðast vit um, at skjøtil er settur á felags visitatión fyri ortopedi.

 

Tann 20. januar vórðu broytingar settar í verk, so at ávísingar, sum læknar senda, allar enda á sama stað, og ikki á trimum ymiskum støðum alt eftir um ávísingin er til Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús ella Suðuroyar Sjúkrahús.

 

Broytingin hevur við sær at Sjúkrahúsverkið, far eina inngongd og felags visitatión til ávísingar innan hvørja sergrein, og harvið slepst undan dupultávísingum. Tí verður kapasiteturin nýttur til fulnar og størri gjøgnumskygni verður í bíðitíðunum.

 

Endamálið við broytingunum er at:

 

- Tryggja betri gjøgnumskygni

 

- Viðkomandi upplýsingar

 

- Høvuðsvisitator fær betri og skjótari beint sjúklingin á rætta stað

 

- Færri afturvísingar av ávísingum