Fíggjarstýringin alt annað enn góð

Svarið frá Heðini Mortensen til mín vísir, hvussu lætt ein kann fara um tær avbjóðingar, sum kommunan hevur.

Býráðið hevur ofta fingið spurningin, hví fleiri almennar íløgur í millióna klassanum ikki verða bodnar út. Í okkara verð merkir tað jú, at vinnulívið hevur ikki javnbjóðis møguleikar at bjóða. Tað merkir eisini, at skattgjaldarin veit ikki, um hann fær nóg mikið fyri pengarnar. Tað undrar meg, at hvørki Heðin ella nakar annar í býráðnum reagerar upp á hendan spurningin.

Annað er, at hóast sitandi býráð kom til eina skuldarfría kommunu fyri knapt fýra árum síðani, allíkavæl avleverar hon um ársskiftið eina kommunu, sum skal rinda 25-30 mió kr um árið í 15 ár í rentum og avdráttum fyri ovurlán.

Tað vil siga, at sitandi býráð hevur keypt inn í hesum valskeiði og sendir rokningarnar til tey komandi 4 valskeiðini. Hetta eru pengar, sum heldur kundu m.a. fíggjað ein íbúðarblokk við eini 60 luta- ella leiguíbúðum ella ein barnagarð um árið, ella man kundi valt at orðnað forsømdu kloakkirnar fyri pengarnar.

Ì fíggjarætlanini fyri 2024 er somuleiðis fráboðað, at lánið til innkomuvegin verður 300 mió, og ikki 146 mió sum borgarstjórin sigur. Og samtykt er, at innkomuvegurin skal fíggjast við lántøku.

Kommunan hevur tí lánt 150 mió kr í ár. Hetta varð samtykt í býráðnum 21.juni. Væntandi, sambært býráðnum sjálvum, so verður restin av láninum til innkomuvegin áleið 150mió, sum býráðið ætlar, at komandi býráð skal taka fyrst í 2024.

Harumframt er eisini komið fram, at kommunan er komin í gjaldføristrupulleikar orsaka av risa stórum útleggum á 270 mio, og at tað tí var neyðugt at hækka kassakredittin. Tað er møguligt at hetta er útlegg, og at peningurin kemur inn aftur, men upphæddin gevur greiða ábending um, at tað er ikki stýr á fíggjarviðurskiftunum.

Fíggjarstýring sum heild fyllir tíverri lítið í almenna rúminum, og tað er tí lætt hjá valdinum at fara lætt um tølini. Men borgarin hevur krav uppá at fáa at vita, hvussu fíggjarstøðan er við risa óútbodnum íløgum og dýrum lántøkum, sum skattaborgarin skal rinda alt ov nógv fyri.

Samanumtikið so hugsi eg, at her eru nógvar mannagongdir, sum rættast skulu uppá. Fíggjarstýringin hevur alstóran týdning fyri at tryggja, at borgarin í kommununi fær sum mest fyri pengarnar.

Eg vóni, at tað verður eitt samt býráð, sum tekur undir við hesum komandi ár. Tað ætli eg mær at virka fyri, um eg fái møguleikan. 

 

Annita Á Fríðriksmørk, valevni fyri Tjóðveldi