Fiskivinnan tryggar karmar!

Fremsta málið í valstríðnum á sumri í 2019 var, hvussu fiskivinnan skuldi skipast.

 

Vit lovaðu veljaranum – fiskivinnuni og føroya fólki – at vit vildu skipa lóggávuna á fiskivinnuøkinum soleiðis, at fiskivinnan kundi fáa tryggar karmar, so hon kundi menna seg sum aðrar vinnur.

 

Vit – vinnan og føroya fólk – høvdu verið vitni til fýra ára oyðimarkagongd, meðan Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn sótu við ræðið.

 

Tey høvdu allar loysnir klárar – ein freistast at samanbera við støðuna nú – men tað vísti seg skjótt, at tey máttu hava fólk uttanífrá til at siga teimum, hvussu fiskivinnunýskipanin skuldi síggja út.

 

Úrslitið bleiv hareftir.

 

Vit hildu orð, og eftir stuttari tíð gjørdu vit eina nýggja fiskivinnulóggávu, sum kom í gildi 1. januar 2020.

 

Síðan tá hava vit sæð, at vinnan hevur gjørt íløgur fyri milliardir. Nøkur nýggj skip eru komin til landið, og fleiri eru á veg – tað grør um gangandi fót!

 

Næsta takið er at fáa betur marknaðaratgongd til tey londini, sum vit handla við - serliga ES - sum vanliga er ein tryggur og vælbetalandi marknaður.

 

Nógvar royndir hava verið gjørdar, men enn er onki komið burturúr.

 

Ein fríhandilsavtala við ES má tí fáa fremstu raðfesting.

 

Ein betur marknaðaratgongd fer at geva vinnuni møguleikar at gera íløgur í framleiðslu av liðugvørum og á tann hátt økja munandi um útflutningsvirðið.

 

Tí er tað so umráðandi, at vinnan sleppur at arbeiða við teimum pengunum vinnan tjenar, so vit sum samfelag kunnu flyta okkum longur fram á leið.

 

Vinnan dugur betur at arbeiða við pengunum enn tað almenna. At taka pengar frá vinnuni beinleiðis inn í landskassan er løtuvinningur.Vit skulu tryggja vælferðarsamfelagið við tí vøkstri, sum ein sterk vinna til eina og hvørja tíð fremur.

 

Vit hava víst í verki, at vit fremja tað, sum vit seta okkum fyri.

 

 

 

Velji tí Fólkaflokkin 8. desembur.

 

 

 

Jacob Vestergaard

 

valevni Fólkafloksins