Fjølbroytt fagnaðarkvøld við Glymur

Rútmiska sangkórið Glymur hevur verið virkið í samfull 40 ár. Tí skipar kórið fyri stór-fingnum fagnaðarkvøldi í Sjónleikarhúsinum í Havn leygarkvøldið 25. mai kl 19.

Skráin fyri kvøldið er løgd við tí fyri eyga at heiðra tónleikinum og lýsa søgu Glymurs, og harvið leggja eitt klípi afturat føroyskari kórsøgu. Tað verður gjørt við kórsangi, samrøðum, felagssangi og tónleika­fram­førslum. Søgan hjá Glymi verður í høvuðs­heitum borin fram bæði munnliga, skrivliga og gjøgnum sangvalið. Umframt at syngja undir leiðslu av verandi kórleiðara, Hans Olivur Joensen, fer kórið eisini at framføra undir leiðslu av fyrrverandi kórleiðarum.

 

Fyrrverandi kórleiðarar, sum fara at stjórna kórinum eru Jógvan Telling Joensen, Benjamin Gaasedal, Niels Winther, Sámal Matras Kristiansen og Pauli Hansen. Umframt kórsang, so fara Kim Hansen, Kári P og Hans Olivur Joensen eisini at trína á pall sum einstaklingar.

 

Eivør Pálsdóttir fer úr útlegd at bera kórinum eina heilsan, sum hon var partur av í sambandi við eina av mongu kórferðunum, ið hava verið gjøgnum árini.

 

Tórður Mikkelsen, alias Tórður á Túri, verður pallstjóri.

 

Møguleiki verður at keypa okkurt smávegis til góman. Kvøldið byrjar kl. 19 og umfatandi skráin endar við felagssangi til út á náttina.

 

 Atgongumerki á www.glymur.stage.fo. Prísur 250 kr + avgreiðslugjald.