Fleiri eru deyð í melduródnum í USA

ABC News veit at siga, at í minsta lagi sjey melduródnir raktu syðru statirnar í USA leygardagin og sunnudagin

Myndin er av leivdunum av einari hernaðartyrlu sum er syft runt í melduródnum

Í minsta lagi fýra fólk eru deyð, eftir at herviligt ódnarveður hevur herjað í syðra parti av USA um vikuskiftið.

 

ABC News veit at siga, at fleiri melduródnir hava reikað í teimum seks suðurstatunum, Arkansas, Georgia, Louisiana, Mississippi, North Caroline og Texas.

 

Í minsta lagi tvey av deyðsføllunum hava verið í Mississippi, váttar guvernørurin, Tate Reeves.

 

Hann leggur aftrat, at fleiri íbúgvar hava fingið løstir í illveðrinum, og eitt skifti høvdu umleið 100.000 íbúgvar ongan streym.

 

ABC News veit at siga, at í minsta lagi sjey melduródnir raktu syðru statirnar í USA leygardagin og sunnudagin.

 

 

 

 

 

Myndin er av leivdunum av einari hernaðartyrlu sum er syft runt í melduródnum