Tað upplýsti orkumálaráðharrin í Ukraina í morgun, sambært Reuters.
Orkumálaráðharrin segði, at hetta er gjørt fyri at tryggja tjóðartrygdina í Ukraina.
Í desember staðfestu bæði russiski forsetin, Vladimir Putin, og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, at flutningur av russiskum gassi gjøgnum Ukraina til fleiri evropeisk lond fór at enda við ársenda.
Stóra russiska gassfelagið Gazprom sigur eisini, sambært Reuters, at gassútflutningurin til Evropa gjøgnum Ukraina er steðgaður í morgun.
/Ritzau/