Ein dystur var leiktur í SMS-deildini í kvøld.
Í høllini á Skála eydnaðis tað StÍF at vinna 28-24 á EB. Í steðginum vóru strandakvinnur á odda 16-10.
Við átta málum var Josefine Dyring toppskjútti hjá StÍF. Toppskjútti hjá EB við sjey málum var Silja G. Eystberg.
HER eru dómaraseðilin og støðan frá HSF:
##med2##
##med3##
Í morgin klokkan 14 vera tveir dystir leiktir. Teir eru H71-Neistin og Kyndil-VÍF.