Tað skrivar MRCC Tórshavn í tíðindaskrivi.
Fleiri skip eru komin afturat at leita. Nevnast kann íslendsku Hoffell og Bardi, írski Sheanne, russiski Lazurny. Sum nevnt samskipar Brimil leitingina á staðnum.
Skipini hava funnið vraklutir, sum stava frá Kambi.
Eitt bretskt P-8 flogfar er eisini komið upp í leitingina, og danski Challenger flúgvarin er ávegis og skuldi verið á staðnum klokkan 17:45. Hann kann vera á staðnum í tríggjar tímar.
Vindurin er nógv minkaður, men tað er framvegis tung alda. Ætlanin er at leita so leingi, sum til ber, skrivar MRCC Tórshavn.