Forfólkini tosa nú um sjálvstøðugar Føroyar

Í løtuni sita forfólkini í politisku flokkunum á tingi á fundi hjá løgmanni at tosa um framtíðar støðu Føroya í ríkisfelagsskapi við Danmark og Grønland

– Ríkisfelagsskapurin er eitt samstarv millum trý lond, trý fólk, tríggjar tjóðir og trý mál.

 

Soleiðis segði Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, í setanarrøðu á Fólkatingi 3. oktober í 2023.

 

Hóast ósemju um stjórnarviðurskiftini í Føroyum alla ta tíð, vit hava havt heimastýri, so tykist semjan ongantíð so sannlík, sum júst nú.

 

Í røðu síni á ólavsøku segði løgmaður soleiðis:

 

 

– Allir flokkar halda, at Føroyar eiga at hava sjálvstøðugan limaskap í viðkomandi altjóða felagsskapum. Eitt nú heimshandilsstovninum WTO og í fiskivinnufelagsskapunum NEAFC og NAFO.

 

Og nú eru vit eisini farin at missa tolið við Norðurlandaráðnum. Í hálva øld hava vit roynt at fáa fullgildan limaskap – til fánýtis.

 

Eftir ólavsøku fari eg at kalla forfólkini í øllum flokkum inn, so breið semja kann fáast um, hvussu vit víðka rásarúmið á uttanríkispolitiska økinum.

 

Her krevst, at vit lata ósemjurnar um loysing/samband liggja og savna okkum um tað, vit eru samd um. Annars koma vit ikki úr stað.

 

 

Og í hesi løtu sita forfólkini í politisku flokkunum á tingi á hesum fundi saman við løgmanni í Tinganesi. Haru eru Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður Javnaðarfloksins, Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins, Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, og Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.

 

##med2##Okkurt bendir á, at tey fara at tosa í fullum trúnaði, tí áðrenn tey fóru inn á fundin, vórðu øll biðin um at leggja fartelefonirnar frá sær uttan fyri fundarhølið.

 

Í gjárkvøldið skipaði Sambandsflokkurin fyri fundi, at breið semja tyktist vera millum allar flokkar um at skipa ríkisfelagsskapin øðrvísi – nakað sum líkist tí, sum Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, segði 3. oktober í 2023, sum ein ríkisfelagsskap millum trý lond, trý fólk, tríggjar tjóðir og trý mál.

 

Spennandi verður at frætta, hvørja niðurstøðu forfólkini koma á fundinum hjá løgmanni í dag.

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

 

Jenis av Rana læsir fartelefonina inn í serliga skápinum. Forfólkini sluppu ikki at hava fartelefonirnar við á fundinum hjá løgmanni um framtíðarstøðu Føroya í ríkinum