Tað hevur ongantíð havt størri týdning at umboða okkum sjálvi úti í heimi. Heimurin mennir seg, og vit síggja rembingar bæði í økinum kring Føroyar og aðrastaðni. Tað er týdningarmikið at vit reka føroysk áhugamál úti í heimi, og hava góðar samstarvsfelagar kring knøttin.
Vit skulu hava betri fríhandilssáttmálar og fleiri veterinæravtalur við londini, sum vit útflyta til í dag, og har vit síggja stórar møguleikar. Vit skulu hava fleiri tvískattaavtalur og vit skulu hava fleiri avtalur um cabotage-sigling.
Men føroyskur uttanríkispolitikkur snýr seg ikki bara um handilspolitikk. Vit eiga eisini at arbeiða fyri at verja mannarættindi og vísa á týdningarmikil veðurlagsátøk kring heimin. Vit skulu stuðla Ukraina við neyð- og menningarhjálp, og vit eiga stigvíst at niðurlaga alt strategiskt samstarv við Russland, so leingi kríggi heldur áfram. Samstundis mugu vit taka størri ábyrgd av okkara trygdar- og verjupolitikki.
Men um vit skulu umboða okkum sjálvi úti í heimi, eru nógvar broytingar, ið mugu gerast.
Vit mugu tryggja okkum limaskap í m.a. Arktiska Ráðnum (AC), Altjóða Olympisku Nevndini (IOC), Norðurlandaráðið (NC), Altjóða Handilsfelagsskapinum (WTO) og Sameindu Tjóðir (UN).
Tí mugu vit beinavegin fáa okkum fulla uttanríkispolitiska heimild við at yvirtaka uttanríkispolitikkin fyri Føroyar.
Tað verður ikki lætt, tí partarnir hava áhugamál í at tosa vegna okkum, heldur enn at lata okkum tosa vegna okkum sjálvi.
men tað ber til, um flokkarnir standa saman.
Bjarni K. Petersen,
valevni fyri Framsókn