Føroyskt teknmál í skúlarnar

Føroyskt teknmál er fyrstamál hjá fleiri føroyingum í Føroyum. Men ímynda tær, um tað var tú, sum samskifti við aðrar føroyingar á tínum máli, men næstan ongin skilti teg?

 

Tann 5. juni 2017, bleiv føroyskt teknmál um síðir góðkent sum verandi formliga viðurkent mál í føroyum, og teknmálsbrúkarar fingu tí eisini umboðan í Málráðnum. Men hóast hetta ljóðar gott, so tykist hetta ikki at vera nøkur verulig viðurkenning, sum verður endurspeglað í verki. Heldur kann tað tykjast sum, at viðurkenningin einans er til á pappírunum.

 

Stutt eftir viðurkenningina, varð farið undir at gera eina teknmálsorðabók, við føroyskum teknum. Tað er eitt gott framstig, men hóast tað eru meira enn 5 ár síðan, so ber enn ikki til at læra málið í nøkrum føroyskum skúla - hvørki fólkaskúla, miðnámsskúla ella á teimum hægri útbúgvingunum. Tað er rættiliga hugvekjandi, tá hugsað verður um, at talan er um eitt alment føroyskt minnilutamál, sum er føroyskt burturav, og sum man ikki kann læra nakrastaðni í heiminum.

 

Politiska skipanin eigur tí at skipa soleiðis fyri, at møguligt verður at læra føroyskt teknmál, eitt nú sum vallærugrein á miðnámi, ella sum partur av undirvísingini í fólkaskúlanum. Um vit betra um atgongdina til hetta málið, kunnu vit betri inndraga okkara deyvu, sum eg annars ímyndi mær munnu kenna seg rættiliga útihýst í samfelagnum.

 

Harafturat skal sigast, at vit í Føroyum hava ein stóran mangul uppá teknmálstulkar, men um vit eru fleiri sum duga tað, vil partur av hesum tørvinum eisini gerast minni. Somuleiðis kann ein ímynda sær, at um fleiri duga føroyskt teknmál, so vekir tað eisini áhugan fyri teknmálstulkaútbúgvingini, sum harvið kann geva okkum fleiri tulkar til at átaka sær tær uppgávur, sum tørvur er á til tey deyvu og tunghoyrdu.

 

 

 

Verið eg valdur, fari eg at virka fyri, at teknmál, so ella so, verður partur av okkara skúlaskipan, so at allir føroyingar fáa møguleika fyri at læra seg teknmál.

 

 

 

 

 

Terji Beder

 

Valevni fyri Javnaðarflokkin.