Hóast tær eru ósigraðir í bólki 6 í deild B í undankappingini, so mugu føroysku U19-kvinnurnar taka til takkar við øðrum plássinum í bólki 6.
Aftaná javnleik 1-1 móti vertunum, Turkalandi og 3-1 sigri á Armenia, var vónin, at Armenia í grannauppgerðini móti Turkalandi kundi gera ein vørr, men soleiðis bleiv tað ikki.
Turkaland vann fyrr í dag stórsigur 7-0 á Armenia, og vinnur Turkaland sostatt undanbólk 6 við betri málúrtøku enn Føroyar, og vinnur seg víðari í undankappingini.
Longu í steðginum var Turkaland á odda 4-0.
Men óannsæð, so er talan um eina flotta undankapping hjá føroyska U19 kvinnulandsliðnum.
Endaliga støðan í bólki 6:
1. Turkaland 2 dystir 8-1 4 stig
2. FØROYAR 2 dystir 4-2 4 stig
3. Armenia 2 dystir 1-10 0 stig