Førroysku U19 kvinnurnar leggja fyri ímóti Noreg

Í dag klokkan 10 spæla føroysku U19 flogbóltskvinnurnar sín fyrsta dyst í NEVZA-kappingini

Í dag klokkan 10 spæla føroysku U19 flogbóltskvinnurnar sín fyrsta dyst í NEVZA-kappingini, sum hesi næstu trý árini verður hildin í Føroyum. Londini, sum eru við, eru Danmark, Ísland, Noreg, Ongland og Svøríki umframt Føroyar.

 

Føroysku kvinnurnar eru komnar í ein rættuliga sterkan innleiðandi bólk. Føroyar eru í innleiðandi bólki við Noreg og Danmark, sum eru styrkismettar avikavist sum nummar tvey og nummar trý í kappingini. Føroyar leggja fyri ímóti Noreg klokkan 10, og spæla síðani ímóti Danmark klokkan 15.00. Í hinum bólkinum eru Svøríki, Ongland og Ísland.

 

Um Føroyar vinna innleiðandi bólkin, koma tær beinleiðis í eina hálvfinalu, sum verður spæld leygardagin klokkan 17.00. Um Føroyar enda sum nummar tvey ella nummar trý í innleiðandi bólkinum, skulu føroysku kvinnurnar spæla eina fjórðingsfinalu klokkan 10.00 leygardagin. Hendan gevur síðani atgongd til hálvfinaluna, um tær vinna.

 

Finalan í kappingini fyri kvinnurnar verður sunnudagin klokkan 15.00. Dystur um 3. plássið verður sunnudagin klokkan 13.00, ímeðan dystur um 5. ella 6. plássið verður sunnudagin klokkan 10.00.