Forðar heimastýrislógin fyri góðari integration í Føroyum? – Partur 3 av 3

Grein 11 í heimastýrislógini, sum tryggjar støðuna hjá danska málinum í føroyska samfelagnum, varð upprunaliga ásett fyri at varðveita bondini millum Føroyar og Danmark. Men í núverandi globalum høpi, har integratión og inklusjón eru alneyðug fyri samhaldsfesti í samfelagnum, virkar henda lógin sum ein tálmandi faktorur fyri integratión av útlendingum. Við at krevja, at útlendingar læra tvey mál, í staðin fyri at leggja dentin á føroyskt, verður ein óneyðug forðing skapt, sum forðar teimum í at gerast fult gyldigir limir í føroyska samfelagnum.

 

Møguligar loysnir

 

Íløgur eiga at verða gjørdar í víðfevndar málundirvísingarætlanir og stuðulstiltøk, ið kunnu hjálpa útlendingum at læra føroyskt á ein fullgóðan hátt.

 

At viðurkenna og loysa tær málsligu avbjóðingar, sum útlendingar møta, er avgerandi fyri at skapa eitt meira inkluderandi og javnbjóðis samfelag í Føroyum. Við at lætta um ta málsligu byrðuna og bjóða miðvísan stuðul kunnu Føroyar taka eitt týðandi stig móti betri integratión og samhoyring fyri allar íbúgvar, óansæð uppruna.

 

Fyri at betra um integratiónina átti man at umhugsa politiskar broytingar, ið kunnu lætta um ta málsligu byrðuna hjá útlendingum.

 

Ein loysn er at raðfesta føroyskt sum høvuðsmál í Føroyum, skilt á tann hátt, at tað er nóg mikið at duga føroyskt, fyri at kunna vera fult integreraður í Føroyum.

 

Til tess krevst ein endurskoðan, hvørt heimastýrislógin gevur nakra meining í dagsins samfelag í Føroyum, og harvið avtaka lógina.

 

 

 

Við framburðs- og tjóðskaparkvøðu

 

Øssur Patursson