Eftir tyrluvanlukkuna: Forsetaval í Iran 28. juni

Fyrrverandi forsetin, Ebrahim Raisis, verður jarðaður í heimbýi sínum, Mashhad, men í løtuni er óvist, nær jarðarferðin verður. 

 

Iranskir miðlar vita í dag at siga, at forsetaval verður í landinum hin 28. juni. Tá skal avloysarin eftir Ebrahim Raisis, sum læt lív í einari tyrluvanlukku í gjár, finnast.

 

Bæði forseti og uttanríkisráðharri landsins, Hossein Amir-Abdollahian, lótu lív. Tíðindastovan NTB veit at siga, at tilsamans níggju fólk lótu lív í tyrluvanlukkuni í Iran.

 

AFP veit at siga, at landasorg er lýst at vera í Iran í fimm dagar.

 

Í morgin verður minningarhald fyri teimum, sum lótu lív, í býnum Tabriz, í útnyrðingspartinum av landinum, áðrenn líkini verða flutt til iranska høvuðsstaðin, Teheran.

 

Lagt verður aftrat, at fyrrverandi forsetin, Ebrahim Raisis, verður jarðaður í heimbýi sínum, Mashhad, men í løtuni er óvist, nær jarðarferðin verður.