Tað ger hon, eftir at hon og Trump tosaðu í telefon í gjár.
Eftir samrøðuna segði Trump á sosial miðli sínum Truth Social, at Sheinbaum "játtaði at steðga fólkaflytingini gjøgnum Meksiko og inn í USA, sum í roynd og veru fer at steingja okkara sunnara mark."
Men forsetin í Meksiko sigur, at hon í samrøðuni við Trump tosaði um "umfatandi fólkaflytingarstrategiina" hjá Meksiko.
- Takkað verið hesum verður tikin hond um tilflytarar og og bólkar av tilflytarum, áðrenn teir koma til markið, skrivar hon á sosiala miðlinum X.
- Vit endurtaka, at støðan hjá Meksiko er ikki at steingja landamørk, men at byggja brýr millum stjórnir og fólk.
/Ritzau/