Seinnapartin í dag spældu Jóannes Bjartalíð og liðfelagarnir í Fredrikstad venjingardyst í Benahavis í Spania.
Fredrikstad sum spælir í bestu norsku fótbóltsdeildini møtti Brommapojkarna, ið spælir í bestu svensku fótbóltsdeildini.
Tað endaði við einum 1-0 sigri til Brommapojkarna. Sigursmálið var skotið í 71. minutti.
Komandi fríggjadag klokkan 16 spælir Fredrikstad venjingardyst móti einum øðrum svenskum liði, nevnliga BK Häcken.
Á myndini her sæst Jóannes Bjartalíð undir dystinum í dag:
##med2##