Frits, Frits, Frits! Ein persónligheit – ein bygdarmynd

Fyri einum ári síðani frættust deyðsboðini av Frits Johannesen, fyrrverandi lærara og fjøllistamanni úr Fuglafirði.

 

Hann málaði, savnaði orð, dugdi væl at skriva og yrkja, hevði lættan og góðan penn – og so var tað eisini tónleikurin og sangurin, sum lá honum á hjarta.

 

Frits var ein dýrgripur fyri mentanarlívið í Fuglafirði, og týdningurin, hann hevði fyri Fuglafjarðar Gentukór, kann ikki undirmetast.

 

Frits Johannesen varð føddur í Fuglafirði 22. mai í 1944 og var tí 79 ára gamal, tá hann brádliga fór um sýn 8. desember 2023. 

 

Ein serstakur og sjáldsamur persónur, sum bara vildið væl – hann vildi bara tað besta og sá bara tað góða í øllum!

 

Frits segði oftani: ”Tað er ófatiligt!” Hann undraðist um skapanarverkið, og hvussu listin bleiv til! Hann udraðist um, hvussu alt varð vorðið til – um alt tað fagra í skaparverkinum.

 

Hann skipaði fyri Varkameldu-framsýningini heilar 53 ferðir - í 2019 var eitt 50 ára hald hildið honum til takkar! Síðani forstýraði Korona eitt sindur.

 

  • Ein Varmakelda uttan Frits er nokkso óhugsandi!
  • Listin og varmakeldframsýningin vóru honum eitt og alt!

 

Í øllum hansara næmingum búði nakað gott – allir næmingar kundu blíva til nakað áhugavert.

 

Hann gjørdi m.a. sangleikin - ”Ferðin til mánan” har moralurin var -  gert tú nakað við tað, ja, so kanst tú koma til mánan! Tú kanst tað tú vil.

 

Vit fyrireikaðu einaferð eina ferð til USA við kórinum. Tá datt tað so hugtungt av munni frá systkinabarninum, Heðin: ”Vit koma ongantíð til USA”! ”Hvat sigur tú?”, sigur Frits brasin? – ”Jú, sanniliga koma vit til USA”. Hesum var Frits fullvísur í - og so bleiv.

 

Manhattan

 

Vit gingu oman og niðan eftir breiðu gøtunum á Manhattan - og skjótt gjørdist mannheldið: ”Frá Mansgjógv til Manhattan” almannakunnugt á Manhattan.

 

Frits málaði oftani við ímyndum frá Mansgjógv – leikandi lættar gentur, sum oftani spældu á cello og strúkiljóðfør har uppi. Eisini Ranumkul- ella Snjósøljugenturnar, sum hann kallaði tær.

 

Heimaftur komin, málaði Frits Blábjørg og onnur fjøll sum háhús við túsundtals vindeygum.

 

Vit vóru í heimsins besta metropoli, har sum alt lív spratt og har, sum tú kundi alt!

 

Meg kallaði hann stundum í skemti, ”sonur mín í fyrru giftu”. Av somu grund kalla vit, Theodor Erling og Jóhann hvønn annan ”Bróður”!

 

Jú, Frits var serstakur og vildi so nógv - og bara tað góða!

 

Vit sótu oftani í málningastovu hansara. Hann beyð ikki so nógvum inn hagar! Tá var hann sum oftast í hvítu pappírsdragtini, sum hevði fleiri málingablettir á sær.

 

Við vindlinum í kynnklovanum kundi hann fortelja endaleysar søgur um málningar sínar. Eingin málningur var málaðir av tilvild. Hvør málningur hevði eina drúgva søgu.

 

Serliga tá ið hann málað jødar, sum vórðu týndir undir krígnum. Teir spældu hugtakandi tónleik í legunum, hóast allan ræðuleikan, ið har var. Hann hevði vitjað Brikinau og aðrar týningaleður. Hetta upptók hann nógv.

 

Tí var tað honum sárt, tá ið ein ummælari við eina framsýning hjá honum, segði um hann, at hann var ”amatør” – heldur enn at siga, at hann var ”auditaktur” (Sjálvlædrur). Ummælarin gav honum tvær av fimm møguligum stjørnum.

 

Tað ringasta varð, at Frits um náttina droymir, at jødar renna eftir honum, tí hann hevur fingið tvær stjørnur. ”Tess vegna sleppur tú undan, meðan vit, sum hava fingið eina, skuldu  týnast”, søgdu jødarnir við Frits.

 

Frits var fantastiskur og okkum øllum kærur!

 

Tey listaverk, hann hevur gjørt, eisini saman við næmingum sínum við niðurfallnu sperrurnar av Havsbrún, sum hann gjørdi til listaverk, har næmingar kunnu peika á – ”Hatta havi eg gjørt”! Tað er so fantastiskt!

 

Øll tey endaleysu gentukórini, sum Frits setti á beinini! Hann valdi ikki út! Hann tók ein flokk, kom og syng – Og so var sangur í heimsflokki!

 

Einaferð, tey vóru í Svøríki, spyr ein av sangleiðarunum har – ”Eru tit eitt Universitetskór”? Tí hesin helt kórið ljóðaði so væl. Nei, vit eru Fuglafjarðar Gentukór, svaraði Frits fámæltur!

 

Frits var okkum ein dýrgripur!

 

##med2##

 

Gentukórini

 

Tann gleði - tann eggjan, hann skapti í hvørjum næmingi, tí hann kundi so nógv, var ómetaligi. Frits eggjaði, stuðlaði og lyftið, tí í hvørjum einasta næmingi lá ein gáva, ein gáva so dýr, og hon mátti brúkast!

 

Eingin var ov vánaligur og kundi ikki syngja ella spæla, sjónleinleik tónleik ella syngja!

 

Fleiri av næmingungum, sum kanska ikki vóru sterkir fakliga, fekk Frits at vakan við sínum eggjandi lyndi – ”Syng, spæl – ger okkurt”. Og tá ið teir mitt í einum leiki funnu útav, at teir vóru Travolta ella onkur onnur stjørna, vaknaðu teir. ”Eg kann”!   Frits skapti lív, har hann var!

 

Allar tær góðu kórløturnar á palli hava ment hesa ungu fittu og viðbreknu genturnar til nakað serligt! ”Eg kann, eg dugi, eg eri nakað”! Felagsgleðin á palli at hava gjørt nakað stórt, hevur sanniliga latið hesar kvinnur í ein serligan búnað restina av lívinum.

 

Tær kunnu nakað og eru meira sannførdar í sínum verki, sum læknar, advokatar, skrivstovukvinnur og s.m.a. Tær eru nakað serligt. Tær hava ikki bara paragraffirnar at halda seg til. Tær hava ein heilan hugaheim við sær, sum Frits lat upp fyri teimum – Tú ert ikki einsamøll!

 

Tú ert partur av størri heild, givið í tónleiki, teksti og samanhaldi. Teirra sosiala tilvit er serliga ment.

 

Tað guddómliga

 

Tað panteistiska, hugtók Frits nógv. At Guð er í øllum ”Guð hevur skapt náttúruna og alt íkring okkum”. Tí høvdu eisini øll hansara listaverk nakað guddómiligt við sær.

 

Hagin, hamrarnir, seyðurin, lombini og alt, sum rørdi seg!

 

Av somu grund sá hann ikki mørk millum samkomur – Um tað onkuntíð ikki bar til at venja í skúlanum, har hann oftast vandi, spurdi hann bara Eyðun ella Jógvan, um teir ikki kundi venja i Siloa? Hann lænti eisini onkuntíð tað elekrtoniska klaverið frá Siloa.

 

Hann skilti ikki millum samkomur. Allar samkomur høvdu eina leið, sum hann virdi!

 

Frits tók garðarnar niður millum samkomurnar við sínum sangi – hann vildi øllum tað besta! Garðarnir millum kirkjuna og Siloa vórðu tiknir niður saman við Jógvan og Eyðun á Lakjuni – abbasynum Victors.

 

Vit kenna gleðiligu søguna síðani, har fólk eru borin út úr Siloa, fyri síðani at hava ervið í kirkjukjallaranum.

 

Rúmligheit, víst í verki. Júst tað, Frits stóð fyri og ynskti -  Virðing millum manna.

 

Oftani segði hann: ”Tað er ófatiligt”. Hann undraðist á skapanarverkið, tónleikin, listina og leiklistina, har hann eisini royndi seg við fleiri leikum fyri og saman við børnunum.

 

##med3##

 

Hjólið

 

Frits hevur oftani greitt frá, tá ið hann sum unglingi kom heim í Toftir og ein hestavognur er ávegis út úr eini hoyløðu – Tann løtan festi seg í minnið, tá ið hálva hjólið, stakk út um durastavin. Hendan afturvendandi sjónin fyldgi honum restina av ævini.

 

Hann málaði hálv hjól og hálvar skjøldrar, umframt so nógv annað; tí, sum hann segði, heilin dugir at gera myndina lidna.

 

Henda ímyndin fylgdi honum. Eisini er hjólið ella klingran í listini ímyndin av ævinleikanum, tí óendaliga.

 

Frits slerdi oftani upp á tráðin, og altíð var tað við tí góða orðinum. Hann rósti og eggjaði og hugleiddi um tað góða, tað møguliga. Tosaði um allar teir mongu møguleikar, sum lógu fyri framman.

 

Vinarlag

 

Vit vóru rættiliga væl og vóru tað heilt frá skúlatíðini, har Frits kom at vera lærari í 1967. Tað vinarlag, sum vit knýttu, kom helst í lag, tí vit skiltu hvønn annan væl, og eg kundi hjálpa honum við ymiskum praktiskum.

 

Men vinarlagið hevur helst eisini sín uppruna í mammu. Hann forgudaði hana og talaði ofta vinarliga og blítt um hana.

 

Mamma Frits var rættiliga ring av liðagikt og var nógv seingjarliggjandi. Pápin var nógv burtur og sigldi við langfaraskipum, norskum hvalafangarum við Suðurpólin og so ikki minst við Ólavi Halga. Tá ið mamma so kom á vitjan í læknaørindum, ernaðist mamma Frits, gjørdi seg til og kom fram.

 

Hetta vóru gleðisstundir fyri mammuna, men ikki minni fyri Frits, sum fekk eina sæla stund saman við mammu síni í køkinum ella í stovuni. Tó at heiluvágurin helst ikki var tann stóri tá, so hevði Emma verið á vitjan – Tað var lekidómur, hildu bæði Frits og mamman.

 

Einaferð varð Frits dottin so illa, at mamma mátti seyman hann – knæskelin var opin, og fekk hann strangar ordrar um at verða heimaliggjandi nakrara dagar! Seinni kom mamma á vitjan at fregnast: ”Hvussu gekst hjá Frits”? Tá lá Frits úti á einum flaka á fjørðinum og róði, greiddi mamman frá.

 

Frits var altíð meinagóður, hevði altíð tað góða orðið. Hann var góður við konu sína Alexandru, sum hann helt nógv av og forguðaði - eisini sum eina listakvinnu innan binding og sniðgeving sína við ullvørum. Hon er tikin úr leikum sum sniðgevi og annars at virka úr ull. Hesum helt Frits nógv av og sýndu tey saman onkuntíð.

 

Frits var fantastiskur og fittur! Tú kundi ikki annað enn vera góður við hann - Hann var ein bygdarmynd, sum savnaði – savnaði list, tónleik, sang og fólk!  Hann fór tíðliga upp at baka breyð til konuna og settist annars við telduna at skriva og bera boð um bý.

 

Hann kundi av sonnum siga: Tað er ófatiligt!

 

Tí kundi Frits halda langar og sigandi røður fyri Gorbatjov og Dalailama, tveir veðrar hann hevði í bil- ella seyðahúsinum. Her greiddi hann teimum frá sátt og semjum, sum átti at valda í heiminum. Hesum nikkaðu Gorbatjov og Dalailama samdir til, og skiltu hann væl! Har í seyðahúsinum valdaði sátt og semja.

 

Frits var ein dýrgripur og sannur vinur, sum er nógv saknaður! Frits var ein Guðs eingil!

 

Ærað veri minnið um Frits.