Holland er víðari til fjórðingsfinalurnar í EM-endaspælinum í Týsklandi, eftir ein greiðan 3-0 sigur á Rumenia. Dagsins maður var Cody Gakpo, sum bæði skoraði og legði upp til mál í dystinum.
Cody Gakpo, sum spælir við Liverpool, legði Holland á odda eftir 20 minuttir, tá hann meddaði bóltin inn við nærmastu stong. Síðani trýsti Holland og burdi helst havt økt um leiðsluna í fleiri førum.
Tað endaði við, at Cody Gakpo og longu beinini hjá honum komu Hollandi til góðar, tá hann slapp leysur í vinstru og prikaði bóltin til innskifta Donyell Malen. Sami Donyell Malen økti eisini til 3-0 í yvirtíðini, tá alt rumenska liðið var farið í álop.
Seinast Holland spældi í Munchen í einum EM-endaspæli var í 1988. Tá vann Holland sítt higartil einasta stóra steyp. Tá við hárfagra Ruud Gullit mitt í rokanum. Hóast teir ikki líkjast í spælistíli, so tykist Cody Gakpo hava tikið leiklutin sum Ruud Gullit á seg.
Fyri Rumenia var hetta eitt gott endaspæl. Bæði spælarar og fjølmiðlar meta, at hetta var ein uppreins hjá rumenska landsliðnum, sum ikki hevur gjørt nógv burturúr sær seinnu árini.
Holland skal nú spæla móti Turkalandi.
Rumenia – Holland 0-3 (0-1)
0-1 Cody Gakpo, 20
0-2 Donyell Malen, 83
0-3 Donyell Malen, 90+3
Rumenia: Niță; Rațiu, Drăgușin, Burcă, Mogoș (Racoviţan 38); M Marin (Cicâldâu 72); Man, Stanciu (Olaru 88), R Marin, Hagi (Alibec 72); Drăguș (Mihâilâ 72)
Holland: Verbruggen; Dumfries, De Vrij, Van Dijk, Aké (Van de Ven 69); Schouten (Veerman 69), Simons, Reijnders; Bergwijn (Malen 46), Depay (Blind 90'+2), Gakpo (Weghorst 84)