Fýra fólk vóru nevnd í fyrstu nýggjársrøðuni hjá Bárði á Steig Nielsen, løgmanni.
Tey fýra eru hondbóltsleikarin Filip Jojic í Vestmanna, íverksetarin úr Hoyvík, Heini Zachariassen, stjórin í Visit Faroe Islands úr Rituvík, Gurið Højgaard og OL-rógvarin Sverri Sandberg Nielsen úr Miðvági.
Løgmaður vísti á hesi fýra, sum hava gjørt okkurt serligt í 2019, men hann brúkti tey eisini sum dømi um, at tey koma úr føroyska gerandisdegnum ella til føroyska gerandisdagin.
Løgmaður sigur, at hesi fólk hava megnað at gera tað, sum ger tey sermerkt, tí tey hava fingið stuðul og íblástur úr føroyska samfelagnum, har gerandishetjur hava hjálpt teimum á leið í ósjálvsøkni.
- Gerandishetjur í Føroyum eru vanlig og ósjálvsøkin fólk, sum vísa álit og treytaleyst fegnast um viðgongdina hjá øðrum, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Hann brúkti eisini høvi at vísa á, hvussu biudrasligt tað er kring heimin og fleiri vilja heldur byggja múrar enn byggja brýr.
Tá ið Berlin-múrurin var brotin niður fyri 30 árum síðani lat hann upp til eina aðra verð.
- Eg vóni, at heimsins leiðarar fara at byggja fleiri brýr enn múrar komandi áratíggju, segði løgmaður.