Í dag hevur Hamas boðað frá, hvørjir gíslarnir eru, sum eftir ætlan skulu leyslatast í morgin.
Gíslarnir eru Karina Ariev, Daniella Gilboa, Naama Levy og Liri Albag.
Tað er tíðindastovan, Reuters, sum ber hesi tíðindi í dag.
Sum partur av vápnahvíldini millum Ísrael og Hamas skulu fleiri gíslar leyslatast.
Seinasta vikuskiftið vórðu tær tríggjar kvinnurnar, Romi, Emily og Doron, leyslatnar.