Varðin í Gøtu hevur keypt uppsjóvarskipið Gitte Henning úr Danmark. Skipið kemur í flotan fyri Jupiter, sum er seldur til Kollafirðar.
Danska skipið var fyrst leigað til Føroyar, men tað hevur rigga so mikið´væl, at Varðin hevur valt at keypa skipið og seta tað inn í flotan fyri Jupiter.
Í dag hevur Gitte Henning so fingið nýtt navn. Skipið eitur nú Gøtunes.
Gøtunes er nesið á eystara armi á Gøtuvík.
Fyrr hevur eitt útróðrarbátur í bygdini havt sama navn, eins og eitt nótaskip.
Tróndur í Gøtu er væntandi klárur til makrelvertíðina seinni í summar