Góðan morgun, Faggi

Umstøðurnar hjá samkyndum eru góðar í Íslandi. Ella eru tær? Norðurlandahúsið hitar upp til Pride við einmans-sangleikinum Góðan morgun, Faggi 25. juli.

Tann hugtakandi, samkyndi sjónleikarin, Bjarni Snæbjörnsson livir lívið í frílynta Íslandi. Alt koyrir bara, líka til tann dag, hann brádliga fær eitt nervasamanbrot og endar í einari daprari tilveru við sjálvshatri. Hvussu ber tað til? Í leitanini eftir sannleikanum, fer hann í holt við at kanna dagbøkur og brøv og at grava fram minnir úr fortíðini.

 

Hetta er grundarlagið undir einmans sangleikinum Góðan morgun, Faggi, sum Norðurlandahúsið sýnir tveir dagar áðrenn Pride. Her sleppa áhoyrararnir við á eina herliga og kensluborna ferð við skomm og endurminning og at fáa eina fatan av, hvussu stóra ávirkan, fjald homofobi hevur, sjálvt í einum so frílyntum landi sum Íslandi. Tað er í lagi at vera samkynd/-ur, og tó.

 

Good Morning, Faggi varð frumsýndur í Tjóðleikhúsinum í Íslandi, tá Reykjavíkar Pride var í 2021, og helt fram við omanfyri 100 útseldum sýningum og tveimum ferðum kring Ísland. Sangleikurin hevur havt týdningarmikla ávirkan á tosið í landinum um mannarættindi hjá teimum samkyndu í Íslandi, og um hvat tað veruliga vil siga at hoyra til.

 

Tónleikin, sum er skrivaður til leikin, hevur tónasmiðurin Axel Ingi gjørt, skriva Norðurlandahúsið í tíðindaskrivi.