Gongd í haga  

 Í øllum meldrinum um hvør skal hava loyvi at ganga í haganum, og hvør skal ikki, eru náttúrvernd farin næstan heilt afturum. Og tað má vera aðalmálið hjá okkum øllum.  

 

Og júst tey, sum varða av teimum ymisku høgunum og fjøllunum, eru tey, sum hava størst áhuga í at varðveita okkara frálíku og virðismiklu náttúru. Kanska kundu jarðareigararnir og festarar annars,  fingið eitt gjald fyri at hava umsjón við okkara viðbreknu náttúru. Tað eru jú tey, sum dagliga eru har.  

 

Men eg má siga, at tað er ikki aldargomul siðvenja, at ein og hvør hevur ferðast heilt frítt í høgunum runt um í landinum. Tað er ein nýggj siðvenja. Men tað er ein góð siðvenja, haldi eg eisini. Tí hon hevur so sannliga vakt áhuga og alskin fyri okkara landi.  

 

Ongin løtt loysn er at finna, tí áhugamálini toga í sera ymiskar ættir. Men eg hugsi, tey flestu eru nøkulunda samd um, at sjálvandi eiga vit fyrst og fremst at taka atlit til náttúruna. Síðani alt annað. Føroyingar skulu sjálvandi kunna ferðast frítt í haga og fjøru, í so stóran mun sum gjørligt. Í so stóran mun sum møguligt merkir, at sjálvandi skal atlit takast til annað virksemi í høgunum. So sum seyðarakstur og haruskjóting.   

 

Tað er ikki vanligi føroyingurin, sum slítur hagar og fjøll upp. Tað eru øll ferðafólkini, ið koma til landið fyri at síggja okkara fantastiska land. Higartil hevur politiska skipanin mest bara arbeitt við árinunum av hesum økta ferðafólkastreyminum, og ikki veruliga trupulleikanum, sum er slit á náttúruna og ikki minst, hvussu hesin streymurin av ferðafólkum er við at gera dagin hjá okkara egnum borgarum óúthaldiligan. Og tað kann undir ongum umstøðum vera rætt.  

 

Tá vit hugsa ferðafólk, so skulu tey sjálvandi vera vælkomin. Men ongin skal hava loyvi at dríva vinnu, heldur ikki ferðavinnu, á økjum, sum viðkomandi ikki hevur rætt til. Og ferðavinna hevur ikki rætt til at “senda” fólk runt í hagarnar í landinum, og enntá taka pengar fyri tað. Tað kunna bara tey, sum varða av hagunum, hava rætt til. 

 

Persónliga haldi eg, at onki ferðafólk skal so mikið sleppa av bygdargøtunum, uttan við einum ferðaleiðara, sum avvarandi hagi hevur eina avtalu við. Og sjálvandi skal avvarðandi hagi eisin hava møguleikan at siga nei til ferðafólk.  

 

Vit vilja loysa avbjóðingina við gongd í haga til fram fyri náttúruna og føroya fólk.  

 

X við E  

 

Jóhan Christiansen