Gott ár hjá Húsavarðatænastuni

Felagði hevði góðar 6 milliónir í avlopi eftir skatt. Men stóra avbjóðingin er enn sum áður at fáa skikkaða arbeiðsmegi.

Sp/F Húsavarðatænastan hevði í før ein bruttuvinning upp á góðar 34 milliónir krónur. Starvsfólkkostnaðurin var slakar 25 milliónir krónur, og úrslitið áriðenn skatt gjørdist 7,63 milliónir krónur.
Eginognin hjá felagnum er nú 11,7 milliónir krónur, og langfreistaða skuldin er 3,9 milliónir krónur. Felagið skrivar í ársroknskapinum, at býtið í ognum felagsins er, at støðisognin fevnir um 8,6 milliónir krónur, og ogn í umferð er 24 milliónir krónur.
Felagið hevur 88 fólk í starvi, og felagið rindar 3 milliónir krónur í vinningsbýti.
Húsavarðatænastan skrivar eisini í ársfrásøgnini, at felagið leggur stóran dent á, at allar uppgávur verða væl úr hondum greiddar. Hetta krevur vælútbúgvið fólk við røttu royndunum.
– Tí er sera týdningarmikið, at fólk við hóskandi tøkniligum førleikum leiðir tær ymisku verkætlanirnar fyri at tryggja, at góðskan altíð er á hægsta stigi. Felagið arbeiðir tí støðugt við at tryggja neyðuga út- og endurútbgving av starvsfólkum soleiðis, at neyðugu førleikarnir eru í fyritøkuni, skrivar felagið.
Um framtíðina skrivar felagið, at enn er nógv ferð innan byggivinnuna, og júst nú eru fá tekin um, at ferðin minkar í næstu framtíð.
– Sum er gongur væl hjá fyrstalagsvinnunum, og um gongdin framhaldandi verður áleið sum nú, skuldi hon saman við almennum í løgum verið eitt gott grundarlag undir framhaldandi stórum byggivirksemi. Útlitini eru tí framvegis góð við fráboðanum um fleiri størri verkætlanir.
– Seinastu árini hevur tað at finna skikkaða arbeiðsmegi verið ein stór avbjóðing, og hendan avbjóðingin sýnist ikki at vera minkandi komandi árini. Kostnáðarstøði í vinnuni er harvið støðugt hækkandi. Roknað verður við einum hampiligum úrslitið í 2019. Sum gongdin hevur verið higartil í ár, er einki, sum bendir á, at tað ikki skal eydnast.