Greiðir sigrar til føroyingaliðini í Íslandi

Valur vann á Víkingi Reykjavík á útivølli, og ÍBV vann á Stjørnuni á heimavølli

Tað gjørdist talan um eitt gott kvøld hjá føroyingaliðunum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld.

 

Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali vunnu við einum flottum avriki í seinna hálvleiki 27-21 á Víkingi Reykjavík á útivølli. 

 

Í steðginum var Víkingur á odda 15-13. Í seinna hálvleiki negldi Valur fyri í verjupartinum, og í heilar 21 minuttir í seinna hálvleiki megnaði Víkingur ikki at skjóta mál.

 

Allan skoraði eitt mál í kvøld.

 

Komandi hóskvøld klokkan 19.30 verður oddauppgerð í Hafnarfirði millum FH og Val. 

 

Valur er næstfremst í deildini við 18 stigum fyri 11 dystir, trimum stigum færri enn FH sum er oddalið við 21 stigum. FH hevur tó spælt ein dyst meira enn Valur. 

 

Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV vunnu á heimavølli stórsigur 39-26 á Stjørnuni. Í steðginum var ÍBV á odda 19-13.

 

ÍBV er nummar fýra í deildini við 15 stigum.

 

Leygardagin 16. desember tekur ÍBV móti Víkingi Reykjavík á heimavølli.