Ein meiriluti í grønlendska Landstinginum, Inatsisartut, samtykti í dag eitt lógaruppskot, sum bannar dulnevndum og útlendskum gávum til flokkar og politikarar.
Uppskotið varð bráðfeingis viðgjørt í løgtinginum í dag og varð lagt fram eftir áheitan frá grønlendska landsstýrinum fyri at "verja politiska integritetin í Grønlandi".
Lógin varð samtykt við 22 atkvøðum fyri, ongari ímóti, meðan átta tinglimir atkøvddu blankt.
Broytingin í lógini kemur stutt áðrenn val skal vera í Grønlandi. Tað skal haldast í seinasta lagi 6. apríl, men er ikki ásett enn.
Beint eftir at uppskotið varð samtykt, tók Múte B. Egede, formaður í landsstýrinum orðið. Hann bað um, at fundurin varð steðgaður fyribils.
Samstundis skrivar hann á Facebook, at hann - um Inatsisartut samtykkir tað - útskrivar val at verða 11. mars.
Fundurin í Inatsisartut verður tikin uppaftur seinni.
Í viðmerkingunum til samtyktu lógina stendur, at lógin skal síggjast "í ljósinum av geopolitisku áhugamálunum í Grønlandi og verandi støðu, har umboð fyri eitt sameint stórveldi hava víst áhuga fyri at yvirtaka og stýra Grønlandi".
Hetta ger, at "Grønland er viðbrekið fyri royndum at ávirka val og politiskar avgerðartilgongdir í Grønlandi", stendur í fráboðanini
- Stuðul, sum vildi verið hóvligur á altjóða støði, vildi havt øgiliga ávirkan í einum grønlendskum valstríði, og kundi fullkomiliga skeiklað fortreytirnar hjá grønlendskum flokkum at luttaka í einum valstríði, stendur víðari í viðmerkingunum til lógaruppskotið.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur í seinastuni fleiri ferðir víst á ynski um amerikanskt ræði á Grønlandi. Tað hava bæði Grønland og Danmark vrakað.
Nýggja lógin bannar eisini einum parti at taka ímóti privatum stuðli, sum tilsamans fer upp um 200.000 krónur. Ella stuðul frá einum stuðli, sum er omanfyri 20.000 krónur.
Uppskotið varð samtykt gjøgnum allar tríggjar viðgerðirnar í Inatsisartut í dag. Eftir 1. viðgerð varð broytingaruppskot framt í upprunaliga lógaruppskotinum, sum varð samtykt.
Hon inniheldur eitt undantak, sum loyvir grønlendskum flokkum framhaldandi at fáa fíggjarligan stuðul frá til dømis einum systurflokki í danska fólkatinginum. Samstundis ger hon greitt, at grønlendskir flokkar kunnu fáa almennan floksstuðul í Danmark.
/Ritzau/