Grønlendska landstingið, Inatsisartut, samtykti í dag eitt uppskot frá grønlendska forsætisráðharranum, Múte B. Egede, um at halda ladstingsval 11. mars.
Tað merkir, at grønlendingar fara á val um fimm vikur.
Múte B. Egede skrivaði fyrr týsdagin í einum uppslagi á Facebook, at hann legði upp til, at val verður 11. mars.
- Tíðin er nú at hava val til Inatsisartut. Og um Inatsisartut samtykkir mítt uppskot, so verður hetta 11. mars, stendur í uppslagnum.
Múte B. Egede skrivar víðari, at "vit eru mitt í eini álvarsligari tíð".
- Ein tíð, sum vit ongantíð hava upplivað í okkara landi. Hetta er ikki tíðin til innanhýsis stríð.
At enda leggur Egede dent á, at hann er "meira enn klárur" at halda fram at standa á odda fyri Grønlandi.
Seinasta landstingsvalið var 6. apríl 2021.
Og av tí at næsta val skal vera í seinasta lagi fýra ár seinni - júst sum í Danmark - var roknað við, at val skjótt fór at verða útskrivað í Grønlandi.
Uppskotið frá Múte B. Egede kemur í eini tíð, har stórur altjóða áhugi er fyri Grønlandi.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur fleiri ferðir sagt, at hann ynskir at fáa valdið á Grønlandi.
Men hetta hava bæði Egede og forsætisráðfrúan Mette Frederiksen (S) afturvíst.
Á landstingsvalinum í 2021 var flokkurin Inuit Ataqatigiit (IA) við Egede á odda stóri vinnarin.
Flokkurin fekk umleið 37 prosent av atkvøðunum og 12 sessir á tingi, har 31 limir eru valdir.
Síðani fór IA í stjórn við flokkin Siumut, sum við 30 prosentum av atkvøðunum vann tíggju sessir.
Hetta merkir, at Grønland hevur havt meirilutastjórn síðan seinasta val.
Flokkarnir Naleraq, Atassut og Demokratarnir vórðu eisini valdir á ting í 2021.
Tá var landsting- og kommunuval sama dag.
Í ár verður kommunuvalið 1. apríl. Tað varð kunngjørt í oktober.
/Ritzau/