Hægri løn til sjúkrarøktarfrøðingar og onnur vælferðarstørv

Ein raðfesting, ið eigur at liggja høgt á dagsskránni til komandi tingskeið, má vera at koma við neyðugum átøkum til at basa tann akutta tørvin á arbeiðsmegi, ið finst fleiri staðnis í vælferðarsamfelagnum.

 

Kommunurnar hava longu rópt varskó um tørvin á námsfrøðingum, tí flestu dagstóvnar eru undirmannaðir.

 

Eg havi uppliva í mínum gerandisarbeiði sum lækni, eins og onnur, ið hava arbeitt í sjúkrahúsinum, at mangulin á sjúkrarøktarfrøðingum er álvarsamur. Nógvar vaktir verða ikki mannaðar, normering er ov lítil og sjúkrarøktarfrøðingar eru so mikið pressaðir, at tað gongur útyvir sjúklingatrygdina og teirra arbeiðstrivnaða. Trupulleikin finst eisini í øðrum fakbólkum í heilsuverkinum.

 

Støðan er longu kritiskt í løtuni. Tí er tað ræðandi at hugsa um, at heilsuverkið skal rúma fleiri og fleiri sjúklingum komandi árini við tí at fólkatalið økist og fleiri borgarir gerast eldri. Heilsuverkið fer at skrambla saman um kósin ikki verður broytt. Tí mugu kollveltandi átøk gerast fyri at økja um arbeiðsmegina, soleiðis at vit fáa framtíðartryggja okkara vælferðarsamfelag.

 

Hvat hevði tú gjørt, um tú t.d. átti eina byggifyritøku, men hevði trupult við at finna arbeiðsmegi? Man hevði sjálvandi økt lønarkorini, soleiðis at arbeiði gjørdist meira attraktivt.

 

Soleiðis eiga vit eisini at hugsa í politisku skipanini. Um lønarstøðið hækkaðist hjá teimum við bachelor- og professionsbachelorútbúgving, ið arbeiða í ymiskum vælferðar- og umsorganarstørvum, so eggja vit fleiri fólk til at søkja størvini og hava lættari við at fasthalda arbeiðsmegina.

 

Onkur vil kanska vera við, at politiska skipanin ikki skal blanda seg uppí lønarsamrøðingum á arbeiðsmarknaðinum. Men politiski myndugleikin er arbeiðsgevarin hjá hesum starvsfólkunum, og tað er eisini tey, ið hava ábyrgd av at tryggja vælferðarsamfelagið. Tí kunna politikkarir ikki vaska hendur og hyggja burtur, meðan vælferðarsamfelagið er hótt. Tað er alsamt neyðugt og ber væl til hjá Løgtinginum og Landsstýrinum at geva Fíggjarmálaráðið karmar til at geva sjúkrarøktarfrøðingum, námsfrøðingum, ljósmøðrum, lærarum, fysioterapeutum, radiografum, bioanalytikarum og øðrum fakbólkum eina virðiliga og rættvísa løn, ið samsvarar við teirra ábyrgd og útbúgvingarstøði.

 

 

 

Aksel Kambsskarð Berg

 

Valevni

 

Miðflokkurin