Hægri normering til dagstovnaøkið í Eiðis kommunu

Á almennum bygdaráðsfundi 28. mars 2023 samtykti bygdaráðið, at fylgja tilmælinum frá trivnaðarnevndini um at lækka barnabólkar og hækka normeringina fyri dagstovnaøkið í Eiðis kommunu

Somuleiðis hevur bygdaráðið eisini samtykt, at námsfrøðingar og hjáparfólk við námsfrøðiligari ábyrgd fáa 10 % av brøkinum til fyrireiking og eftirmeting.

 

Nýggja normeringin er skipað alt eftir hvussu nógv børn eru á teimum ávísu stovnunum til eina og hvørja tíð:

 

Vøggustova: – 10 børn = 110 tímar | 11 børn = 120 tímar | 12 børn = 124 tímar

 

Barnagarður: – 12 børn = 100 tímar | 13 børn = 110 tímar | 14 – 16 børn = 120 tímar

 

Frítíðarstova: – 33 børn  = 100 tímar | 34 – 36 børn = 110 tímar | 37 – 40 børn = 120 tímar

 

Sambært eftirmetingini hjá námsfrøðiliga toyminum er hetta sera kærkomið og bøtur nógv um starvsumstøður teirra, bæði í mun til fyrireikingararbeiði og í mun til dagliga virksemi. Starvsfólkini kenna seg minni strongd og hava tí eisini meira orku til m.a. at verða um børnini, og geva teimum ein góðan og mennandi dag.

 

Í niðurstøðuni frá fundinum sigur toymið soleiðis:

 

• Tað merkist týðiligur munur frá áðrenn vit fingu meira tímar. T.d. tá vit hava 14 børn á eini stovu, ber í dag til at hava trý starvsfólk til kl. 14/15.00. Tá kann ein gera millummálan kláran, og samstundis vera um børnini.

 

• Eisini ordiliga gott, at trý starvsfólk kunnu verða um vøggustovubørnini tá tey byrja at vakna uml. 14.00. (Hetta ber bert til, tá vit hava 12 børn á stovuni).

 

• Vit fáa betri eyga á tær einstøku avbjóðingarnar og fáa málsett/handlað. Tað vil siga, at vit fáa betri lagt til rættis tað námsfrøðiliga arbeiði.

 

• Vit fáa givið børnunum betri relatión, bæði fyrrapart og seinnapart. Vit kunnu fara í smærri bólkar at venja og fremja innsatsir.

 

• Vit hava betri tíð til at gera virksemið meira áhugavert, meira kreativt og aldurssvarandi. Nú handlar tað ikki bara um at ansa børnunum, soleiðis sum vit ofta kendu tað áður.

 

• Vit merkja eisini á børnunum, at vit hava betri trivna. Børnini eru meira rólig/harmonisk.

 

• Starvsfólk kenna seg ikki longu drenaði, – tey kenna seg hava meira yvirskot nú í mun til áðrenn vit fingu betur normering. Fleiri starvsfólk eru av tí sama farin upp í tíð.

 

• Veturin hevur verið uttan strongd.

 

At enda nýtir toymi høvið, at takka Eiðis bygdaráð fyri at hava víst áhuga og fatan fyri arbeiðnum á dagstovnaøkinum.