Hava ikki funnið tyrluna við forsetanum enn

Ebrahim Raisi hevur verið forseti í Iran í trý ár

 

Mynd: Azin Haghighi/AP/Ritzau Scanpix

Ebrahim Raisi, sum hevur verið í eini tyrluvanlukku í dag, hevur verið nevndur sum møguligur avloysari hjá Khamenei.

Tað frættist í dag, at ein tyrla er dottin niður í útnyrðinspartinum av Iran. Umborð var landsins forseti, Ebrahim Raisi, sum júst hevði vígt eina nýggja byrging á markinum til Aserbajdsjan.

Leitað verður enn eftir tyrluni. Tað ljóða fyrr í kvøld frá iransku myndugleikunum, at tyrlan var funnin. Men hesi tíðindi hevur Reyði Hálvmáni, sum skipar fyri leitingini, avsannað.

Her eru nøkur famta um Ebrahim Raisi:

Hann er føddur 14. desember í 1960 og er 63 ára gamal.

Hann varð valdur til forseta í 2021 við sløkum 62 prosentum av atkvøðunum. Hann aloysti tann meira miðsøkjandi Hassan Rouhani í starvinum.

Tann átrúnaðarliga útbúni Raisi var síðst í sjeytiárunum ein partur av rørsluni, sum tvingaði shahin í útlegd og skapti eitt nýtt, átrúnaðarligt stýri.

Hann var í rættarskipanini og varð í 2016 av evsta leiðaranum í Iran, Ali Khamenei tilnevndur at stjórna landsins størstu vælgerandi grunnum.

Ebrahim Raisi er eisini limur í einum felagsskapi, sum tilnevnir evsta leiðaran.

Núverandi leiðarin, Ali Khamenei, er 85 ára gamal, og Raisi er ein av mest uppløgdu boðum upp á ein avloysara fyri Khamenei, sum eisini var forseti, áðrenn hann varð tilnevndur.

Kelda: Den Store Danske, Britannica.

/ritzau/

 

 

Mynd: Azin Haghighi/AP/Ritzau Scanpix