HB hevur skift tveir spælarar út

Í kvøld eru líkindini at spæla fótbólt góð á Svangaskarði

Í gjár avgjørdi Bjarki Danielsen dómari, at tað vóru ikki líkindi at spæla fótbólt á Svangaskarði. Tí fóru teir í HB suður uttan at hava spælt um stig. Tað var ein skilagóð avgerð. Í kvøld eru líkindini góð at spæla fótbólt á Svangaskarði, har fyrsta bríksl verður klokkan 18.

 

Sammett við í 3. umfari eru tvær broytingar gjørdar á liðnum bæði hjá B68 og HB.

 

Síðani B68 tapti 2-0 í Sarpugerði hava Aron Reinert Hansen og Bartal Páll Klein avloyst Hjalta Strømsten og Hanus Højgaard.

 

Síðani HB vann 4-0 á heimavølli ímóti ÍF hava Bartal Wardum og Heðin Hansen avloyst Matthias Voss og Sammy Skytte.

 

HB hevur úr trimum teimum fyrstu umførunum vunnið seks stig, og B68 hevur úr trimum teimum fyrstu umførunum vunnið eitt stig.

 

B68 – HB kl. 18.00

 

Dómari: Bjarki Danielsen

 

B68: Tórður Thomsen – Aleksandur Ó. Jensen, Áki Johannesen, Aron Reinert Hansen, Bárður Ó. Jensen – Jóhann Hansson Joensen, Sebastian Lau Nielsen, Ragnar Samuelsen, Villiam Emil Klein – Brian Jakobsen, Bartal Páll Klein

 

Venjari: Jákup á Borg

 

HB: Teitur Martas Gestsson – Ási P. Dam, Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi, Viljormur Davidsen – Hanus Sørensen, Heðin Hansen, Eivind R. Mouritsen – Mohamed Samba, Jacob Johansson, Áki D. Samuelsen

 

Venjari: Adolfo Sormani