Í fyrsta dystinum móti Eysturríki í innleiðandi EM-bólki D breyt franski stjørnuáleyparin hjá Fraklandi, Kylian Mbappé nøsina.
Kylian Mbappé fekk útvegað eina sera flottu grímu við litunum á franska flagginum, og við búmerkinum hjá franska fótbóltssambandinum.
Men UEFA vildi ikki loyva Mbappé at brúka hesa litríku grímuna, um hann kom á vøllin í dystinum móti Niðurlondum í kvøld.
Orsøkin er, at UEFA vil bert góðkenna einslittar grímur.
Tað bleiv tó ikki brúk fyri nakrari grímu í kvøld. Uttan Mbappé leikti Frakland javnleik 0-0 móti Niðurlondum, og við fýra stigum liggja teir væl fyri at vinna seg víðari til áttandapartsfinalurnar.