Hesaferð er Norðurmakedonia favorittur hjá veddingarfyritøkunum

Her eru oddsini upp á seinna HM Play Off dystin millum Norðurmakedonia og Føroyar

Sunnukvøldið klokkan 18 spæla manslandsliðini í hondbólti hjá Norðurmakedonia og Føroyum seinna HM Play Off dystin í Skopje í Norðurmakedonia.

 

Føroyar vunnu fyrra HM Play Off dystin 34-27 (18-14), og standa seg við einum seksmálstapi ella betri í samlaðu HM Play Off uppgerðini.

 

Meðan Føroyar vóru greiður favorittur at vinna dystin í Føroyum, so er vent í holuni hesaferð.

 

Hesaferð er Norðurmakedonia favorittur hjá 13 altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin. Men munurin er stórur á útivølli og heimavølli í altjóða hondbólti.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til Norðurmakedonia eru 1,59.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 8,42.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til Føroyar eru 2,93.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##